Frammanfyri 2.325 áskoðarum í Jyske Bank Arena Fyn í Odense spældu Jana Mittún og liðfelagarnir fyrr í dag hálvfinalu í FINAL FOUR í donsku steypakappingini.
Í fyrra hálvleiki gekk væl hjá Viborg, og í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Men í seinna hálvleiki prógvaði Esbjerg hví tær eru eitt av heimsins bestu hondbóltsliðum. Esbjerg vann seinna hálvleik 23-12, og harvið dystin 39-28.
Jana skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir, og hon legði eisini upp til fýra mál. Jana vann eisini liðnum eitt brotskast.
Í morgin klokkan 16.30 spælir Viborg móti Ikast um bronsuna.
Í steypafinaluni í annaðkvøld klokkan 19 møtir Esbjerg Odense, ið vann 38-27 (15-16) á Ikast í hinari hálvfinaluni.












