"O Helga Natt", sungin av svenska tenorinum, Jussi Björling verður mettur at verða ein hin besti jólasangurin, ið nakrantíð er komin út á plátu.
Jussi Björling, ið var føddur 5. februar í 1911 doyði longu árið aftaná "O Helga Natt" kom út á plátu. Jussi Björling doyði 9. september í 1960, bert 49 ára gamal.
Jussi Björling er millum mætastu sangarnar norðurlond hava fostrað, og útgávan hjá honum av "O Helga Natt" staðfestir hetta.
Serliga legendariskt er tá Jussi Björling syngur triðja ørindi í hesum upprunaliga franska jólasanginum, ið eitur "Cantique de Noël" á upprunamálinum. Placide Cappeau skrivaði tekstin í 1843, og Adolphe Adam gjørdi framúr vakra lagið í 1847.
HER ber til at hoyra Jussi Björling syngja framúr vøkru útgávuna av "O Helga Natt" frá 1959.
##med2##