Aftaná 12 dystir í bestu svensku fótbóltsdeildini hava Mikkjal K. Thomassen og hansara menn í AIK Stockholm framvegis ikki tapt.
Í dag stóð á gomlum nøglum í grannauppgerðini á útivølli móti Brommapojkarna. Tá 21 minuttir vóru leiktir fekk heimaliðið brotsspark, men
Kristoffer Nordfeldt í AIK-málinum bjargaði brotssparkinum. Beint undan steðginum skoraði Johan Hove sigursmálið hjá AIK Stockholm úr stuttari fjarstøðu. Tá eitt lítið korter var eftir av dystinum fekk Anton Jonsson Saletros hjá AIK seinna gula kortið, og so mátti AIK stríðast 10 móti 11. Men tað helt, og so var 1-0 sigurin veruleiki.
AIK er næstfremst í deildini við 26 stigum fyri sjey sigrar og fimm javnleikir í 12 dystum. Mjällby hevur eisini 26 stig, men teir hava betri málmun enn AIK, og teir hava eisini spælt ein dyst færri. Elfsborg hevur 25 stig á triðja plássinum.
Komandi sunnudag klokkan 15.30 spælir AIK dyst á útivølli móti Sirius í Uppsala.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Brommapojkarna-AIK Stocholm 0-1 (0-1):
##med2##