Í triðja undanumfarinum í Champions League tapti liðið hjá Áka D. Samuelsen og Martini Agnarssyni, Mjällby eisini seinna dystin fyri gomlu slovakisku meistarunum, Slovan Bratislava.
Slovan Bratislava vann 2-0 á heimavølli í kvøld. Í farnu viku vunnu teir 2-1 í Hällevik, og sostatt ein samlaðan 4-1 sigur.
Áki var á vøllinum allan dystin. Martin kom á vøllin í 87. minutti.
Í 12. minutti hevði Áki ein góðan málmøguleika, men bólturin fór tíverri framvið málinum.
HER ber til - ovast - at síggja hæddarpunktini frá dystinum við svenskum frásøgumanni, og niðast ein nakað drúgvari samandrátt frá YouTube-rásini hjá Slovan Bratislava:
##med2##
##med3##











