"Endnu en kæmpe præstation af det her lille store hold". Soleiðis setti frásøgumaðurin hjá danska TV2 orð á seinastu dramatisku løtuna av dystinum millum Serbia og Føroyar, har Jana Mittún í teimum allarseinastu sekundunum javnaði til 31-31, og tryggjaði harvið Føroyum enn eitt stig og minniligt úrslit.
HER ber til at síggja og hoyra seinastu løtuna av dystinum, sum frásøgumennirnir hjá danska TV2 upplivdu hana.
Serbia-Føroyar 31-31 (16-14)
Føroyar: Jana Mittún 10/11, Pernille Brandenborg 6/10, Súna Krossteig Hansen 5/7, Lív Sveinbjørnsdóttir 4/6, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4/6, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1/2, Elsa Egholm 1/1.
Málverjar: Annika Fríðheim Petersen 3/18, Rakul Wardum 3/18.











