VIDEO: FC Lugano mátti stríðast fyri javnleikinum

(Video) Bert málini hjá FC Lugano eru tøk frá dystinum hjá NSÍ í Klaksvík ígjár

Síðani nýggja kappingarárið hjá FC Lugano fór í gongd hava teir spælt sjey kappingardystir. Fýra í Conference League og tríggjar í bestu sveisisku fótbóltsdeildini.

 

FC Lugano hevur vunnið seks av hesum sjey dystunum. Bert tann eini dysturin er endaður við javnleiki. Nevnliga 2-2 javnleikurin móti NSÍ í triðja undanumfarinum í Conference League, ið tó gevur FC Lugano ein samlaðan 4-2 sigur. Men higartil er NSÍ einasta liðið, ið hevur megnað javnleik móti FC Lugano í hesum kappingarárinum. 

 

Petur Knudsen og Marius Kryger Lindh syrgdu fyri, at NSÍ fekk eina 2-0 leiðslu, men sveisiska liðið megnaði at svara aftur tvær ferðir. 

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.

 

Hæddarpunkt sum so eru ikki tøk frá dystinum. Facebooksíðan hjá FC Lugano hevur bara upptøkur tøkar av báðum málunum teir skutu í dystinum við Djúpumýru í Klaksvík. Tíverri hava teir ikki málini hjá NSÍ við í videobrotinum. 

 

HER  eru málini NSÍ fekk ímóti sær í dystinum við Djúpumýru.