Í kvøld klokkan 19.45 spælir HB fyrra dystin móti skotska liðnum, Motherwell í øðrum undanumfarinum í Conference League. Dysturin verður spældur á Fir Park leikvøllinum í Motherwell.
Hóskvøldið 30. juli klokkan 18 spælir HB returdystin á Tórsvølli.
Fyri 32 árum síðani, 9. august í 1994 møtti HB sama liðnum í táverandi UEFA Cup undankappingini.
Tá tapti HB 0-3 fyri Motherwell á Fir Park leikvøllinum, og fjúrtan dagar seinni 1-4 á Svangaskarði. Andreas F. Hansen minkaði um munin til 1-2.
Í dystinum á Fir Park fyri 32 árum síðani hevði Gunnar Mohr - sum tá var nakað so sjáldsamst sum: spælandi formaður í HB - ein góðan málmøguleika við støðuna 2-0 til Motherwell.
HER eru hæddarpunktini frá dystinum í 1994 Motherwell-HB 3-0 (2-0). Málmøguleikin hjá Gunnari Mohr sæst í videobrotinum:
##med2##
##med3##
##med4##
Kelda: FaroeSoccer













