David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town leiktu týskvøldið javnt 2-2 á útivølli móti Accrington Stanley.
Tá 38 minuttir vóru leiktir á The Wham Stadium var Grimsby á odda 2-0. Eitt sjálvmál í sætta minutti fekk Grimsby á sigurskós, og sjey minuttir undan steðginum økti Andy Cook til 2-0. Men inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki minkaði Accrington um munin, og tá ein tími var leiktur av dystinum javnaðu teir til 2-2.
Tá Grimsby legði seg á odda 1-0 hevði Geza eina geniala fríspæling inn í brotsteigin til Harvey Rodgers, hvør skot móti málinum bleiv avrættað av Joseph Anderson hjá heimaliðnum, og fór í málið.
Grimsby er nummar 11 í deildini við seks stigum fyri fýra dystir. Bristol Rovers er oddalið við níggju stigum.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Accrington Stanley-Grimsby Town 2-2 (1-2):
##med2##











