FSF skrivar:
- Hvør var besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í august? Tær tilnevndu eru Sanna Svarvadal, Livyan Silva og Durita Hummeland. Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini
——————
Stórur spenningur er um fremstu plássini í bæði ovara og niðara bólki í endaspælinum í MeistaraDeildini hjá kvinnum. KÍ liggur á odda í ovara bólkinum, meðan B36 eftir trý umfør er fremst í niðara bólkinum.
Hetta sæst eisini aftur nú atkvøðast skal um besta spælara i august mánað. Tær tilnevndu eru Sanna Svarvadal og Durita Hummeland úr KÍ, og Livyan Silva, ið spælir fyri B36.
Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og atkvøðast kann til leygardagin klokkan 18:00. Skrivar FSF.











