Vil hava greiðu á gjøldum fyri læknahjálp til útlendingar

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, spyr landsstýriskvinnuna í heilsumálum, hvørjar reglur galda, tá útlendingar fáa hjálp frá læknavaktini.

Tað er ikki nóg greitt, hvussu gjøld fyri læknahjálp til útlendingar verða handfarin í læknavaktini.

 

Tað heldur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, sum tí hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52a-fyrispurning um málið.

 

Hann vil millum annað hava at vita, hvørjar reglur galda, tá útlendingar, sum eru fyribils í Føroyum, fáa hjálp frá læknavaktini.

 

Løgtingsmaðurin spyr eisini, um greiðar og felags mannagongdir eru fyri, hvussu gjøld frá útlendingum skulu handfarast, og hvussu hetta verður gjørt í verki.

 

Harumframt vil hann hava upplýst, hvussu kommunulæknin verður samsýntur fyri at veita útlendingum læknahjálp í læknavaktini, og hvør ber útreiðsluna í teimum førum, tá viðkomandi ikki hevur rætt til ókeypis læknahjálp.

 

At enda spyr hann landsstýriskvinnuna, um hon heldur, at verandi reglur og mannagongdir eru nóg greiðar bæði fyri kommunulæknarnar og tey, sum venda sær til læknavaktina.

 

Ymiskar reglur kunnu galda

 

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Jóhannis Joensen á, at læknavaktin í 1870 er ætlað teimum, sum brádliga gerast sjúk ella hava tørv á læknahjálp uttan fyri vanligu viðtalutíðirnar hjá kommunulæknunum.

 

Hetta fevnir eisini um útlendingar, sum eru fyribils í Føroyum, eitt nú ferðafólk.

 

Rætturin til læknahjálp og spurningurin um gjald kunnu tó vera ymisk alt eftir, hvar viðkomandi er búsitandi, og hvørjar reglur ella millumtjóðaavtalur viðkomandi er fevndur av.

 

Sambært løgtingsmanninum kann tað tí vera trupult hjá einum útlendingi frammanundan at vita, hvørji rættindi viðkomandi hevur, og um gjald skal latast fyri hjálpina.

 

– Tað tykist ikki vera heilt greitt, hvussu gjald fyri læknahjálp til útlendingar verður handfarið í læknavaktini, skrivar Jóhannis Joensen í viðmerkingunum.

 

Ógreiða kann millum annað vera um, hvør skal rinda fyri viðgerðina, hvussu eitt møguligt gjald skal krevjast inn, og hvussu læknin verður samsýntur.

 

Jóhannis Joensen heldur, at kommunulæknarnir, sum manna læknavaktina, eiga at hava greiðar reglur at halda seg til. Útlendingar, sum hava tørv á hjálp, eiga somuleiðis at fáa greið boð um síni rættindi og um møguligar útreiðslur.

 

Við vaksandi ferðavinnu heldur hann, at tað er hóskandi at fáa greiðu á, hvussu skipanin virkar í dag, og um tørvur er á at gera reglurnar og mannagongdirnar greiðari.