VIDEO: Hæddarpunkt Føroyar-Kekkia 27-26 (11-12)

(Video) Her ber til at síggja vøkur føroysk og kekkisk mál umframt góðar bjargingar

Hondbólts-Føroyar eru so smátt lendar, og nú fyrireikar landsliðshópurin seg til EM-undankappingardystin móti Russlandi, ið byrjar í morgin klokkan 17.

Tað er sjálvsagt, at FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sjúrður H. Hoydal verður frásøgumaður. Viðmerkjari verður Andrias Eriksen. 

YouTube-rásin "I love Handball" hevur klipr saman ein samandrátt av søguliga undankappingardystinum ígjár, tá Føroyar vunnu 27-26 (11-12) á Kekkia.

Til ber at síggja vøkur føroysk og kekkisk mál umframt góðar bjargingar.

HER sæst samandrátturin frá "I love Handball":

##med2##

Føroyar-Kekkia 27-26 (11-12)

Føroyar : Tórður Skorheim Guttesen, Nicholas Satchwell, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5,   Sjúrður Olsen 5, Filip Jojic 4, Kjartan Johansen 3, Teis Horn Rasmussen 3, Peter Krogh 2, Pætur Mikkjalsson 2, Hákun West á Teigum 2, Jónas Gunnarsson Djurhuus 1, Rói Berg Hansen, Brandur Halgirsson, Rógvi Dal-Christiansen, Vilhelm Poulsen, Pætur Thomsen

Kekkia : Matej Klima 9, Jakub Hrstka 5, Roman Becvar 3, Stepan Zeman 2, Leos Petrovsky 2, Miroslav Jurka 2, Tomas Cip 1, Tomas Piroch 1, Dieudonne Mubenzem 1.