VIDEO: Hæddarpunkt Frakland-Danmark 32-29

(Video) Síggj hæddarpunktini frá EM-bronsudystinum í Zagreb í Kroatia

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá EM-bronsudystinum í manshondbólti millum Frakland og Danmark, sum var spældur í Zagreb í Kroatia fyrr í dag.

 

Frakland vann 32-29. Í steðginum var Frakland á odda 17-14. Upptøkurnar eru frá evropeisku hondbóltssamgonguni EHF.

 

Um dystin skrivaði Jóannes Hansen á in.fo fyrr í dag: - Danir løgdu bragdliga fyri, men eftir at besti spælarin hjá teimum, Rasmus Lauge, varð útvístur í fýra minuttir, fór tað av álvara at halta. Frakland legði seg framum við trimum og fýra málum. Hóast danir royndu og royndu, so kendist tað sum um, at tað fór ikki at eydnaðast teimum av álvara at fáa spenning í aftur.

 

Tað gjørdi tað kortini, tá ið franska stjørnan Nikola Karabatic eina løtu sat uttanfyri og rindaði møðina.

Tá minkaði munurin niður í tvey mál, og danir høvdu risa møguleika at minka uppaftur meiri um munin. Púra óskiljandi fyri danir og ivaleyst tey flestu tóku ikki serliga hepnu rumensku dómararnir henda møguleikan frá teimum, og so staðfesti Frakland sigurin.

 

 

Ein av stóru mununum á liðunum var, at meðan fronsku málverjarnir ofta bjargaðu, so stóð nógv verri til hjá donsku málverjunum, sum ikki hava verið serliga eyðsýndir í EM endaspælinum.

Enn einaferð var stóri málskjúttin hjá dønum høgri vongurin Hans Lindberg, sum skoraði  tólv mál.

Toppskjútti hjá Fraklandi var Nikola Karabatic, sum skoraði níggju mál.