Seinastu árini hevur Æðuvík sett sín heilt serliga dám á jólastemningin í Eysturoynni. Í desember mánað verður øll bygdin prýdd við jólapynti, og hetta er eftir hondini enntá blivið til eina turistattraktión. Bygdafólkið plagar at skipa fyri sølu og jólamarknaði, og í heila tikið verður nógv gjørt burtur úr jólunum í Æðuvík.
Í ár er einki undantak, og aftur í ár hevur bygdin verið lýst upp av jólaprýði og perum. Tá mann kemur inn í bygdina sæst eitt skelti við tekstinum "Vælkomin til jólabýin Æðuvík", og restin av bygdini talar fyri seg sjálva.
Oman fyri ber til at síggja eitt videobrot av jólabygdini, sum DroneDirector hevur lagt út.