Andrias Edmundsson spældi allan dystin, tá Wisla Plock leikti javnt 1-1 á útivølli móti Lechia Gdansk í bestu pólsku fótbóltsdeildini.
Heimaliðið legði seg á odda, tá ein hálvur tími var leiktur. Marcin Kaminski javnaði fyri Wisla í 49. minutti.
Wisla Plock er fjórðfremst í deildini við 18 stigum. Men teir eru bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, Gornik Zabrze sum hevur 19 stig.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Lechia Gdansk-Wisla Plock 1-1 (1-0):
##med2##