VIDEO: Liðið hjá Bjartalíð vann annan sigurin á rað

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum FC Kyzylzhar-Aktobe 3-1 (1-1)

 

Jóannes Bjartalíð var á vøllinum í 82 minuttir, tá lið hansara, FC Kyzylzhar vann annan dystin á rað í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.

 

FC Kyzylzhar vann á heimavølli 3-1 á Aktobe, ið er fjórðfremst í deildini. 

 

Longu í triðja minutti av dystinum legði Yevhen Makarenko heimaliðið á odda 1-0, men stutt undan steðginum javnaði Aktobe.

 

Í seinna hálvleiki koppaði tað til Kyzylzhar. Aktobe fekk tveir leikarar vístar av vøllinum, og heimaliðið skoraði tvey mál. Í 81. minutti legði Etienne Beugre Kyzylzhar á odda við einum brotssparki. Átta minuttir seinni økti Liridon Latifi til 3-1.

 

Kyzylzhar er nummar átta í deildini við 22 stigum. Teir hava 10 stig upp til Astana, ið er á triðja plássinum sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt aftaná lokna kapping.

 

Komandi leygardag klokkan 13 spælir Kyzylzhar dyst á útivølli móti Altai.

 

HER eru hæddarpunktini frá 3-1 sigrinum. Jóannes Bjartalíð sæst við nummar 10 á rygginum:

 

##med2##