VIDEO: Liðið hjá Jóan Símun og Pæturi vann

(Video) Síggj málini frá Europa Conference League undankappingardystinum KA-Dundalk 3-1 (3-1)

Møguleikarnir fyri, at Jóan Símun Edmundsson skal aftur til Belgia eru ikki sørir.

 

Liðið hjá Jóan Símuni og Pætur J. Petersen, KA Akureyri vann í kvøld á heimavølli 3-1 á írska liðnum, Dundalk í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Europa Conference League.

 

Øll málini komu í fyrra hálvleiki. 

 

Samlaði vinnarin møtir sannlíkt belgiska stórliðnum, Club Brügge í triðja undanumfarinum. Tað hevði givið Jóan Símuni ein túr aftur til Belgia saman við KA.

 

Pætur fekk fyrsta tíman á vøllinum, og Jóan Símun fekk seinasta lítla korterið á vøllinum.

 

HER síggjast málini frá dystinum KA-Dundalk 3-1 (3-1): 

 

##med2##