Norsku EM-vertirnir gleddu heimafjøldina í Unity Arena við at vinna ein knúsandi 39-22 stórsigur á Ukraina í fyrsta dystinum í innleiðandi EM-bólki C. Í steðginum var Noreg á odda 19-11.
Alexandre Blonz og Patrick Helland Anderson vóru toppskjúttar hjá Noregi við sjey málum hvør. Toppskjútti hjá Ukraina við fimm málum var Ihor Turchenko.
Talan var um størsta sigurin nakrantíð hjá Noregi í einum EM-endaspælið.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Noreg-Ukraina 39-22 (19-11):
##med2##











