VIDEO: “Ótrú­leg­asti lok­a­kafli sem ég hef séð”

(RÚV um føroyska HM-bragdið) Føroysku hondbóltskvinnurnar stjala aftur yvirskriftir í grannalondum okkara

Mynd: Federico Gambarini/AP/Ritzau Scanpix

"Ótrúlegasti lokakafli sem ég hef séð" (Mest ótrúligi dystarendin eg nakrantíð havi sæð). Soleiðis lýsti frásøgumaðurin hjá RÚV, Gunnar Birgisson dystarendan Serbia-Føroyar 31-31 (16-14).

 

Eins og teir á danska TV2 fegnaðust íslendingar eisini um góða føroyska avrikið og úrslitið. 

 

HER  ber til at síggja og hoyra dystarendan Serbia-Føroyar við Gunnari Birgissyni, sum frásøgumanni.

 

Her eru annars yvirskriftirnar hjá norska VG, danska BT, týska miðlinum, Handball World um føroyska HM-bragdið, umframt yvirskriftin hjá RÚV:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Serbia-Føroyar 31-31 (16-14)

 

Føroyar: Jana Mittún 10/11, Pernille Brandenborg 6/10, Súna Krossteig Hansen 5/7, Lív Sveinbjørnsdóttir 4/6, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4/6, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1/2, Elsa Egholm 1/1. 

 

Málverjar: Annika Fríðheim Petersen 3/18, Rakul Wardum 3/18.

 

Mynd: Federico Gambarini/AP/Ritzau Scanpix