VIDEO: Petur Knudsen skoraði og legði upp til mál

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Lyngby-Jammerbugt 3-0 (0-0) og hoyr samrøðu við Petur Knudsen

Petur Knudsen gjørdi stóran mun tá hann kom á vøllin aftaná steðgin, tá Lyngby tók móti Jammerbugt í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Petur legði Lyngby á odda 1-0 tá 54 minuttir vóru farnir av dystinum við einum stútara. Við til søguna hoyrir eisini, at málverjin hjá Jammerbugt fór skeivur av bóltinum.

 

Átta minuttir seinni spældi Petur Frederik Gytkjær leysan í brotsteiginum við einari framúr góðari hælsending, og so var 2-0 til Lyngby.

 

Tríggjar minuttir seinni staðfesti Kasper Jørgensen sigurin, og Lyngby vann harvið 3-0.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum: 

 

##med2##

 

HER ber til at síggja og hoyra eina samrøðu við Petur Knudsen, ið sigur seg fegnast um at kunna gera ein mun:

 

##med3##