VIDEO: Rok tá KA javnaði við brotskasti í seinasta sekundinum

(Video) Í FH eru sera misnøgd við brotskastið føroyingaliðið, KA fekk heilt móti dystarenda

Allan Norðberg, Áki Egilsnes, Nicholas Satchwell og hinir í KA høvdu torføran útidyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini ígjár móti FH í Kaplakrika-høllini á Hafnarfirði.

Dysturin endaði við einum ótrúligum javnleiki 31-31, og fekk KA eitt kærkomið stig við sær aftur til Akureyrar.

Tá bert tveir minuttir vóru eftir var FH trygt á odda 31-27, men sum mangan verður tikið til: "Tveir minuttir er leingi í hondbólti", og hetta mátti FH ásanna. KA megnaði at skora fýra mál seinastu tveir minuttirnar og knógvaði ein góðan javnleik heim.

Við støðuna 31-30 til FH fekk KA beint undan seinasta bríkslað eitt brotskast, ið teir hjá heimaliðnum hildu verða burtur úr vóni og viti, og tað bleiv ein rokmikil løta áðrenn brotskastið kundi takast. 

HER sæst seinasta álopið hjá KA, rokið aftaná brotskastið var dømt og løtan tá KA javnar til 31-31 og tryggjaði sær kærkomið stig. Eisini eru samrøður við ein ørkymlaðan venjara hjá FH, og ein fegnan venjara hjá KA sum helt, at teir høvdu stríðst væl og høvdu javnleikin uppibornan. Upptøkan er frá Støð2/Vísir:

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/95404199-3577-438b-9770-25e47489116a-1612450934709" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>