Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock spældu í dag heimadyst í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini. Á vitjan á Orlen leikvøllinum í Plock var liðið, ið nevnist Stal Stalowa Wola. Andrias spældi allan dystin fyri heimaliðið.
Tá ein hálvur tími var leiktur fekk Wisla Plock eitt mál kolldømt av VAR, og miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Stal Stalowa Wola seg á odda 1-0, og nú byrjaði at síggja svart út hjá heimaliðnum.
Men við tveimum málum seinastu 10 minuttirnar av dystinum syrgdi Piotr Krawczyk fyri, at Wisla Plock vann dystin 2-1.
Sigurin merkir, at Andrias og liðfelagarnir nú eru triðfremst í deildini við 47 stigum. Teir hava fimm stig upp til Termalica, ið er á øðrum plássinum sum gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina. So í løtuni er Wisla Plock millum liðini, ið skulu spæla um uppflyting. Enn eru átta umfør eftir at leika, so nógv kann henda.