VIDEO: Sigrarnir hjá THW Kiel og Hannover-Burgdorf

(Video) Síggj samandráttir frá dystunum THW Kiel-Stuttgart 33-32 (17-15) og HSG Wetzlar-Hannover/Burgdorf 28-38 (10-19)

Tvey føroyingalið vóru í leiki í týsku bundesliguni mikukvøldið.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á heimavølli tepran 33-32 sigur á Stuttgart. Í steðginum var Kiel á odda 17-15.

 

Elias syrgdi fyri 10 málstigum í kvøld. Hann gjørdist við seks málum næstbesti málskjúttin hjá Kiel, og hann legði eisini upp til fýra mál.

 

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á útivølli stórsigur 38-28 á HSG Wetzlar. Í steðginum var Hannover frammanfyri við níggju málum, 19-10.

 

Vilhelm skoraði trý mál og legði upp til eitt mál.

 

HER ber til at síggja samandráttir frá sigrunum hjá Kiel og Hannover:

 

##med2##

 

##med3##