Í morgin, ólavsøkudag klokkan 17 spæla TB og ÍF dyst í 16. umfarinum í Betrideildini á tjóðarvøllinum Tórsvølli. Tekniskt er talan um ein heimadyst hjá TB.
Ein trúfastur fylgissveinur hjá TB bæði í 20. øld og í hesari øldini er tiltikna sirenan, ið eisini fer at hoyrast bæði áðrenn, undir og aftaná dystin millum TB og ÍF á Tórsvølli.
29. september í 2012 høvdu TB-fjeppararnir, ið nevna seg Einherjar eisini sirenina við til ein útidyst móti HB á ovara vølli í Gundadali. Tá rungaði eisini tiltikna stríðsrópið hjá TB: "Einaferð TB - altíð TB".
So góður var stemningurin fyri 11 árum síðani, og hann verður fleirfalt tað á Tórsvølli í morgin, tá fólk úr øllum landinum fara at leita sær niðan á Tórsvøll:
##med2##