VIDEO: Søguliga málið hjá Marius Kryger Lindh í Koper

(Video) Her sæst løtan tá NSÍ økti til 2-0 móti Koper

Marius Kryger Lindh hjá NSÍ er tann fyrsti fótbóltsleikarin við bert einum heilum armi síðani norðurírski leikarin, Jimmy Hasty, ið fremur roysnið í einari evropeiskari felagskapping í fótbólti: at skjóta eitt mál í einum dysti í einari evropeiskari kapping fyri felagslið.

 

Marius økti til 2-0, tá NSÍ aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping vann 7-4 á slovenska liðnum, FC Koper, og harvið samanlagt 7-6 í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

25. september í 1963 skoraði norðurírski leikarin, Jimmy Hasty (1936-1974) sum spældi við írska liðnum, Dundalk FC í 2-1 útisigrinum hjá Dundalk á sveisiska liðnum, FC Zürich í táverandi Europa Cup kappingini.

 

Tað er sera torført at finna hæddarpunktini frá 7-4 sigrinum hjá NSÍ niðri í Koper, men søguliga málið hjá Marius er tøkt.

 

Málið sæst her, um enn í heldur vánaligari góðsku:

 

##med2##