Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu mikukvøldið stórsigur 41-27 í útidystinum móti HSG Wetzlar. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 21-13. Hákun skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.
Füchse Berlin er næstfremst í týsku bundesliguni við 32 stigum.
HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum:
##med2##










