Vladimir Putin brúkar kuldan sum vápn móti ukrainska fólkinum, og í vetur hevur kuldin onkrar nætur ligið heilt niðri á 20 kuldastigum, sum er kaldari enn í einari vanligari frystiboks

Russar sendu 219 dronur og 24 rakettir eftir Ukraina

- Næstan 2600 bústaðir í Kyiv hava mist el-veitingina í russisku álopunum í nátt, sigur borgarstjórin

Vladimir Putin brúkar kuldan sum vápn móti ukrainska fólkinum, og í vetur hevur kuldin onkrar nætur ligið heilt niðri á 20 kuldastigum, sum er kaldari enn í einari vanligari frystiboks

Sambært ukrainskum myndugleikum í morgun, leyp Russland á Ukraina í nátt við 219 dronum og 24 ballistiskum rakettum.

 

Tað veit Reuters at siga frá ukrainskum keldum.

 

Sagt verður, at næstan 2600 bústaðir í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, hava mist el-veitingina í russisku álopunum í nátt.

 

Hetta skrivar borgarstjórin í býnum, Vitalij Klitsjko, á boðtænastuni, Telegram.

- Fólk eru í holt við at fáa streym og hita aftur í hesar bústaðir, leggur borgarstjórin aftrat.

 

Tá streymveitingin fer í Ukraina, fer eisini hitin og vatnið. Veturin hevur higartil verið ein tann kaldasti í fleiri ár.

 

 

 

Vladimir Putin brúkar kuldan sum vápn móti ukrainska fólkinum, og í vetur hevur kuldin onkrar nætur ligið heilt niðri á 20 kuldastigum, sum er kaldari enn í einari vanligari frystiboks