28 ára gamla Sarah Mahfoud, sum hevur sýriskan pápa og føroyska mammu, er yrkisboksari. Hon hevur 3 ferðir vunnið danska meistaraheitið og tvær ferðir norðurlendska meistaraheiti í fjøðurvekt.
Síðani februar í ár hevur Sarah verið yrkisboksari. Hon hevur boksað 4 dystir sum professionel og hevur vunnið allar dystirnar.
– Hetta árið hevur verið sera krevjandi, men eisini spennandi. Tað hevur verið hart at fara frá at vera amatørur til at verða professionell. Tú skalt venja meira, og trýstið á tær er størri. Tá ið eg nú boksi ein dyst, hevur hann alt at siga. Áðrenn var tað meira soleiðis, at um tað ikki gekk so væl, so fekk eg ein nýggjan kjans. Nú telur hvør dystur nógv meira, sigur Sarah Mafoud.
Hon var ung genta, tá ið hon valdi boksing sum ítróttargrein, og hon viðurkennir, at tað er krevjandi ítróttargrein.
– Tú kanst ikki gera boksing hálvt – tað er alt ella einki – og tú kanst ikki hava boksing sum eitt ítrív, tað er ein lívsstílur. Tíni avrik eru treytað av, hvussu nógv tú leggur í venjing og fyrireiking til dystirnar, sigur Sarah Mafoud.
Hon sigur, at hon vónandi fær eitt dyst um okkurt heiti innan eitt ár.
– Eg gevist ikki, fyrr enn eg havi fingið eitt belti, sigur hon.
Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Sarah Mafoud.