Fjórða dystin á rað eydnaðist tað liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel at vinna ein dyst í bundesliguni, og hava teir fingið vent vánaligu gongdini.
Talan gjørdist um trivaligan 39-30 sigur til Kiel, ið var á odda 21-13 í steðginum.
Elias skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir, og hann var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál.
Kiel er nummar fimm í bundesliguni við 20 stigum, fimm stig aftanfyri Magdeburg og liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin sum eru fremst við 25 stigum hvør.