Video: Ótrúligi sigurin hjá Svøríki ímóti Kroatia

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Kroatia-Svøríki 31-35, sum gjørdist íslendingum eitt dýrt úrslit

Aftaná úrslitini í bólkaspælinum í EM-endaspælinum í manshondbólti eru tvey norðurlond víðari til millumumfarið. Talan er um Noreg sum vann 39-28 (18-14) á Eysturríki í bólki B, og Svøríki sum vann ein rimmar 35-31 sigur á kroatisku vertunum. Í steðginum var Svøríki á odda 17-12.

 

Jóannes Hansen skrivaði m.a. soleiðis á in.fo fyrr í kvøld, at svenskarar: - spældu púra frítt og framúr væl. Harvið hevur Svøríki av álvara reist seg eftir tapið ímóti Íslandi í fyrsta umfari.

 

Úrslitið í kvøld ber við sær, at tað er Ísland, sum situr eftir við Svartaperi. Íslendingarnir pakka í kvøld og fara til hús í morgin, meðan Svøríki heldur fram í kappingini saman við Kroatia og Serbia, sum var betur í innanhýsis uppgerðini ímóti Íslandi.

 

 

Einki er at undrast á, at íslendingar iðra seg. Ímóti Serbia spiltu teir seg heilt burtur í seinna hálvleiki. Ísland var frammanfyri við fýra málum, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, men Serbia vann 29-26.

 

 

Tað ber við sær, at Kroatia, Svøríki og Serbia halda fram í kappingini. Avrikið hjá Svøríki í kvøld var so sera sannførandi, at Svøríki nú verður roknað millum tey, sum hava møguleika at vinna seg í hálvfinaluna.

 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá ótrúliga sigrinum hjá Svøríki. Upptøkurnar eru frá evropeiska hondbóltssambandinum.

 

 

Úrslit í dag:

 

Bólkur A

Serbia - Ísland 29-26

Kroatia – Svøríki 31-35

 

Bólkur B

Frakland – Hvítarussland 32-25

Noreg - Eysturríki 32-25