Føroyska U19-landsliðið spældi í kvøld annan dystin í undanbólki 2 í EM-undankappingini.
Føroyar spældu í dag móti vertstjóðin, Ungarn sum vann 3-0 á Føroyum. Ungarn skoraði tvey mál undan steðginum. Tað fyrra upp á beinleiðis fríspark, og tað seinna upp á brotsspark.
Støðan 2-0 helt sær líka til tíðina dómarin hevði lagt aftrat. Tá megnaðu ungarar at gagnnýta eitt mistak í føroysku verjuni.
Mikudagin taptu Føroyar 0-4 fyri Fraklandi. Í dag vann Frakland 2-1 á Bulgaria.
Frakland er fremst í bólkinum við seks stigum. Ungarn hevur fýra stig, Bulgaria hevur eitt stig, og Føroyar eru aftast við ongum stigi.
Týsdagin klokkan 16.30 spæla Føroyar seinasta dystin, har Bulgaria verður mótstøðuliðið.
HER ber til frá ungarsku rásini M4 Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ungarn-Føroyar 3-0 (2-0).
Teir fyrstu 11 í dag:
1 Tróndur Sjúrðarson (M)
2 Dávid P. á Líðarenda
4 Jósef Ólavsson Gleðisheygg
5 Rasmus Helgason
6 Arnór Brandsson (L)
7 Aron Benjaminsen
8 Sjúrður Henriksen
10 Dávid Reynheim
16 Djóni Sivertsen
17 Dennis Anghel Olaru
18 Josva Signarsson
Kelda: FSF











