Misti tilfar úr lastini á mótkoyrandi bil

Ein bilførari koyrdi fullur og tríggir koyrdu ov skjótt

Tað stendur  millum annað at lesa í samdøgursfrágreiðingini hjá løgregluni fyri seinasta samdøgrið. Vaktleiðarin greiðir frá, at tá løgreglan var úti við lasaranum í gjár, vórðu tríggir bilførarar skrivaðir fyri at koyra ov skjótt. Hetta var á landsvegnum í Kollafirði. Tveir, sum koyrdu ávikavist 96 og 97 km um tíman fáa bót, meðan ein triði, sum koyrdi 106 km um tíman fær bæði bót og klipp í koyrikortið.

Í Eysturoy var ein tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Hetta var beint fyri klokkan 14 í gjár.

Í Vágum var eitt ferðsluóhapp, tá ein vørubilur við last misti eitthvørt úr lastini, sum rakti ein mótkoyrandi bil. Skaðin var ikki stórur, men tað er álvarsamt ikki at tryggja sær lastina nóg væl í bili. Tað kann kosta koyrikortið. Vaktleiðarin sigur, at støða er ikki til møguliga revsing enn.

Og í gjár var eisini ein sera fullur maður tikin upp í Hav. Hann megnaði als ikki at taka sær av sær sjálvum, og hann varð tí tikin við inn á støðina at sova rúsin av sær í brummuni.