Teis og liðfelagarnir liggja væl fyri í niðara endaspælinum

Ribe-Esbjerg hevur vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í endaspælinum

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg liggja væl fyri í niðara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Ribe-Esbjerg fekk tvey stig við sær til endaspælið, og teir hava vunnið tveir av fýra dystum í endaspælinum.

 

Í kvøld vann Ribe-Esbjerg greiðan 35-28 sigur í útidysti móti TMS Ringsted. Í steðginum var Ribe-Esbjerg á odda 18-12.

 

Teis skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál (assist).

 

Ribe-Esbjerg er fremst við seks stigum fyri tveir dystir. Nordsjælland og TMS Ringsted hava fimm stig hvør fyri tríggjar dystir. Sønderjyske er næstaftast við tveimum stigum fyri tveir dystir, og HØJ er aftast við ongum stigi.

 

Sunnudagin klokkan 15 spælir Ribe-Esbjerg dyst á útivølli móti HØJ.