Sunnudagin vann KÍ sannførandi 6-1 sigur ímóti B68 í Klaksvík. Í kvøld hava bæði KÍ og B68 vunnið seg víðari í kappingini um løgmanssteypið. Í báðum førum var tað við trivaligum heimasigri. KÍ vann 6-0 á heimavølli ímóti ÍF, og B68 vann 7-0 á heimavølli ímóti MB.
Mikudagin 29. apríl hittast B68 og KÍ í fjórðingsfinaluni. Tað verður á Svangaskarði.
Í dag vann B36 3-0 á útivølli ímóti FC Suðuroy, og í kvøld vann HB 2-0 ímóti B71 í Gundadali.
Í fjórðingsfinaluni hittast HB og B36 í Gundadali.
FC Hoyvík hevði vitjan av TB, og tá var tað neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at FC Hoyvík hevði tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni við 4-1 sigri. Eftir vanliga leiktíð var 1-1.
Í morgin vera tríggir dystir í kappingini um løgmanssteypið. Teir eru Víkingur – AB, 07 Vestur – Skála og EB/Streymur – NSÍ.
Tá verður tað greitt, hvørji trý tey síðstu liðini vera í fjórðingsfinalunum, sum vera mikudagin 29. apríl.
Í fjórðingsfinaluni fer FC Hoyvík at spæla á útivølli ímóti vinnaranum millum Víking og AB, og fjórða fjórðingsfinalan verður millum vinnararnar av 07 Vestur/Skála og EB/Streymi/NSÍ.
KÍ – ÍF 6-0 (3-0)
1-0: Erland Hustad 21.
2-0: Árni Frederiksberg br 29.
3-0: Dávid Reynheim 30.
4-0: sjálvmál 49.
5-0: Hampus Näsström 58.
6-0: Deni Pavlovic 71.
B68 – MB 7-0 (1-0)
1-0: Ramzi Toure Idrissou 44.
2-0: Loick Jean Henri Lespinasse 48.
3-0: Ramzi Toure Idrissou 58.
4-0: Djóni Samuelsen 63.
5-0: Baldur Niclasen 77.
6-0: Baldur Niclasen 79.
7-0: Baldur Niclasen 87.
FC Hoyvík – TB 4-1 (0-1) eftir longda leiktíð
0-1: Jóhan Renéson Thomsen 17.
1-1: Daniel Adei 78.
2-1: Ingolf Aron Tvørfoss 105.
3-1: Julian Frankieson 110.
4-1: Ingolf Aron Tvørfoss 113.
HB – B71 2-0 (2-0)
1-0: Storm Pettersen 11.
2-0: Áki Johannesem 16.
FC Suðuroy – B36 0-3 (0-1)
0-1: Bartal Páll Klein 26.
0-2: Torgeir Børven br 50.
0-3: Jógvan Kárason Gullfoss 68.











