Birita og maðurin, Egi Dam, taldust millum tey, sum longu í sjeytiárunum valdu sær sjónleikin sum lívsleið, og saman við leikbólkinum Grímu spældu tey nógvar leikur kring landið.
Filmurin vísir, umframt leik, eisini tætta sambandið og kærleikssøguna millum mann og konu, og hvussu tað er, tá avgerðin skal takast um, at Birita skal flyta heimanífrá.
Leikstjórin, Búi Dam, er til staðar til sýningina, og aftaná filmin hevur Dagfinn Olsen samrøðu við Búa Dam um filmin. Um at gera film um mammu sína, um tað at fáa ein sjónleikara við Alzheimers at fara á pall og um etisku síðurnar í hesum.
Um filmin verður eitt nú sagt soleiðis:
Í hesum rørandi og djúpt persónliga heimildarfilminum ger ein bólkur av sjónleikaravinum eina roynd at seta leikverkið, King Lear eftir William Shakespeare, upp, og lata nógv fagnaðu sjónleikarinnuna, Biritu Mohr, sum hevur Alzheimers, spæla høvuðsleiklutin.
Sonur Biritu, Búi Dam, leikstjóri, stendur á odda fyri umstríddu verkætlanini, sum er drivin av sannføringini um, at hóast mamman ikki dugir at tosa longur, so leingist henni aftur á pallin.
Sum leikstjóri skal Búi stríðast við at rættvísgera treytirnar fyri verkætlanini, meðan pápin, Egi Dam, sum er pensjóneraður leikstjóri, roynir at skapa javnvág ímillum umsorgan og sín egna trivnað.
##med2##












