Bayern München og Arsenal vunnu seg víðari til hálvfinalurnar í Champions League.
Meðan Arsenal vann seg víðari við einum 0-0 javnleiki á heimavølli, so vann Bayern seg víðari aftaná ein ótrúligan 4-3 sigur, har heimaliðið var aftanfyri bæði 0-1, 1-2 og 2-3. Bayern tryggjaði sær víðari luttøkuna seinastu minuttirnar av dystinum. Stutt undan Bayern skoraði tvey tey seinastu málini fekk Eduardo Camavinga hjá Real Madrid seinna gula kortið, og tað tyktist at ávirka liðið neiliga.
Arsenal møtir Atletico Madrid og Bayern møtir PSG í hálvfinalunum, ið vera leiktar millum 28. apríl og 5.mai.
Arsenal-Sporting 0-0 (Arsenal vann samanlagt 1-0)
Bayern München-Real Madrid 4-3 (2-3) (Bayern vinnur samanlagt 6-4)
0-1 Arda Guler ('1 )
1-1 Aleksandar Pavlovic ('6 )
1-2 Arda Guler ('29 )
2-2 Harry Kane ('38 )
2-3 Kylian Mbappe ('42 )
3-3 Luis Diaz ('89 )
4-3 Michael Olise ('90 )











