Fríggjakvøldið hin 17. apríl klokkan 20.30 verður Listastovan karmur um eina heilt serliga konsert, tá tónleikaduoin - Ny ham - framførir verkætlanina, KINGO.
- KINGO er ein nýggj verkætlan við nýkomponeraðum tónleiki til tekstir eftir danska sálmaskaldið, Thomas Kingo.
Í tíðindaskrivi verður sagt soleiðis um tiltakið:
- Í einum nútímans og stemningsfullum ljóðheimi endurskapar Ny ham ta poetisku og andaligu kraftina hjá Kingo og flytir hana inn í eina samtíðar tulking, sum bæði er nærverandi og viðkomandi.
Tónleikurin snýr seg um trúgv, vón og menniskjasligan veikleika og byggir brýr millum søguligan arv og nútímans kenslur. Við einari lágmæltari, men greiðari listarligari rødd verður áhoyrarin leiddur inn í eina uppliving, har mørkini millum fortíð og nútíð verða upployst.
Ny ham skapar eina konsertuppliving, har tíð og stað nærum hvørva – og har bert orðini og tónleikurin standa eftir.
Ny ham er ein tónleikaduo við Mariu Ljósá á sangi og Andreas Tykjær Restorff á gittara, cello og elektronikki. Aftrat sær hava tey snillingin Torleik Mortensen á gittara og bassi, sum er við til at geva ljóðmyndini eyka fyllu og rørslu.
Konsertin er eitt dømi um tað slagið av listarligum upplivingum, sum Listastovan hevur gjørt til sítt vørumerki: Nærverandi, djúpar og uttan óneyðugt prýði – har innihaldið fær loyvi at standa sjálvt.
Listastovan hevur seinastu árini ment seg til ein týdningarmiklan pall fyri smærri og listarliga áhugaverdar konsertir, har bæði føroyskir og útlendskir tónleikarar fáa høvi at framføra í intimum og serstøkum kørmum. Konsertin við Ny ham er eitt dømi um júst hetta – ein øðrvísi uppliving, har gamlir tekstir fáa nýtt lív í nýggjum tónum.











