FM-finalurnar í Burn mansdeildini vera aftur hesaferð millum H71 og Kyndil.
Í triðu FM-hálvfinaluni í Hoyvíkshøllini vann H71 stórsigur 31-18 á VÍF, ið slettis ikki megnaði at bíta frá sær í seinna hálvleiki. VÍF var tó væl við fyrstu løtuna, og í steðginum var H71 á odda 14-11.
Jákup Egholm var toppskjútti hjá H71 við níggju málum. Djóni Bárðarson Nielsen, Áki Egilsnes og Filip Jojic vóru við fýra málum hvør toppskjúttar hjá VÍF.
Enn er eingin dagfesting staðfest fyri FM-finalurnar, men eftir tí sum frættist verður tann fyrsta spæld leygarkvøldið. Í finalunum verður spælt best av fimm dystum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum H71-VÍF 31-18 (14-11):
##med2##












