Heimasíðan varð fyrst gjørd almenn í mai 2016, men er nú dagførd og umvæld.
Landsbókasavnið skrivar, at tað nýggja er at eldri bøkur og rit verða løgd út á síðuna. Tað ber eisini til at leita í sjálvum tekstinum á tí prentaða tilfarinum.
Myndatøkur og tøkniligar viðgerðir eru tíðarkrevjandi, men miðað verður eftir at leggja eina bók ella handrit út á HandRit.fo hvønn mánað. Í fyrstuni verða tað kvæðahandritini sum fylla mest. Bøkurnar, sum Landsbókasavnið leggur út á heimasíðuna, eru eldri enn 100 ár, tær fevna um føroysk viðurskifti og eru ikki talgildaðar av øðrum stovnum.











