Senda útvarp í SALT í kvøld

Savnsmynd. Jákup Magnussen og Ólavur Rasmussen. (Mynd: Dagfinn Olsen)

Radio SALT er sending, sum áður hevur verið á skrá í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

 

Har hava Jákup Magnussen og Ólavur Rasmussen skipað fyri, og samrøður, skemt og tónleikur hava verið á skránni í hesum beinleiðis sendingunum av Drelnesi.

 

Í kvøld er aftur Radio SALT á skránni í Kringvarpinum. Sendingin er klokkan 19 í útvarpinum, men hesaferð eru fleiri vertir.

 

Innihaldið er á leið tað, sum vit kenna, nevniliga samrøður, skemt og tónleikur, alt beinleiðis.

 

Jákup Magnussen, Annika Bolton Mortensen, Gundur Johansen, og Ólavur Rasmussen leggja til rættis.

 

Savnsmynd. Jákup Magnussen og Ólavur Rasmussen. (Mynd: Dagfinn Olsen)