Í kvøld klokkan 19 er vøllurin við Djúpumýru í Klaksvík heimavøllur hjá Víkingi, ið skal royna at vinna seg víðari í Europa Conference League undankappingini.
Mótstøðuliðið er Inter D´Escaldes úr Andorra, ið tó hevði 10 spanskar leikarar á vøllinum í tí fyrra dystinum, sum D´escaldes vann 2-1.
HER síggjast málini í tí fyrra dystinum:
Víkingur er favorittur hjá 14 altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin í kvøld.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 1,67 og 1,77.
Oddsini upp á útisigur til Inter D´escaldes liggja millum 4,00 og 4,90.
Oddsini upp á javnleik, ið sendir Inter D´escaldes víðari í kappingini liggja millum 3,40 og 3,75.