Viðv. kommunupartinum av barnaansingini

(Soljóðandi skriv er sent Føroya Løgtingi)

 

Fríggjamorgunin frættist í útvarpinum, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum í fíggjarløgtingslógaruppskotinum skjýtur upp, at kommunanna partur at gjalda av barnaansingini skal hækka frá 30% upp í 35%, meðan landskassans partur samstundis skal lækka úr 40% niður í 35%, uttan at landsskatturin verður lækkaður samsvarandi.

Undirritaðu kommunur, ið eru seks tær størstu í landinum, vilja hervið gera Føroya Løgting vart við, at hetta er nakað, sum kommunurnar undir ongum umstøðum kunnu lata um seg ganga.

Ein má spyrja seg sjálvan, um hetta verður gongdin, so hvørt sum kommunurnar gjalda sína skuld niður, at aðrar byrðar verða tveittar yvir á tær frá einum øðrum myndugleika, sum ikki rindar eitt oyra niður av síni milliardaskudl?!

Føroya Løgting má gera sær púra greitt, at kommunustýrini eru minst líka nógv kroyst fíggjarliga og landskassin er. Stóri munurin millum land og kommunurnar er harafturímóti, at kommunurnar hava víst vilja til at gjalda skuldina niður, og løgtingslimir fara skeivir, um teir halda, at hetta er gjørt uttan kostnað á øðrum økjum, sum kommunurnar í dag umsita.


Kommunurnar eru

til reiðar at yvirtaka

umsitingina

av málsøkjum

Av og á hava kommunurnar hoyrt landsmyndugleikarnar havt á munni, at ætl-anir eru frammi, um at kommunurnar yvirtaka umsitingina av fleiri økjum, sum viðvíkja teirra borgarum.

Til hetta er at siga, at kommunurnar fegnar vilja umsita øll viðurskifti viðvíkjandi sínum borgarum og harvið at fremja tað nær-fólkaræði, sum londini uttan um okkum eru komin nógv longur enn vit í at seta í verk, men tað er ein avgjørd treyt fyri hesum, at kommunurnar verða hildnar fíggjarliga skaðafríar.

Hetta kann verða gjørt soleiðis, at landið rindar kommununum ein blokk svarandi til landsins part, ella, sum tað verður gjørt í Íslandi, við at lækka landsskattin og hækka kommunuskattin.

Eisini má tað vera eitt ófrávíkiligt krav, í hesum stríði millum landið og kommunurnar, at allar broytingar av slíkum slagi verða útreiðsluneutralar fyri borgararnar ? t.v.s. at landsskatturin kann ikki fasthaldast, samstundis sum byrðar verða fluttar frá landskassanum yvir á kommunurnar, soleiðis sum landsstýrismaðurin nú skjýtur upp.

Sum kunnugt rindar borgarin ríkiligt í skatti í dag.

At enda verður mint á, at KOMMUNUNEVNDIN hjá løgtinginum/landsstýrinum júst situr og arbeiðir við hesum máli um framtíðar uppgávubýtið millum land og kommunur, og tí er tað eftir okkara fatan skeivt av løgtinginum at broyta fíggjarliga býtið millum land og kommunur, áðrenn nevndin er liðug við álit sítt.

Undirritaðu kommunur vilja at enda biðja Føroya Løgting um fund um omanfyri nevndu mál, soleiðis at tær kunnu greiða løgtingslimum nærri frá hesum málum.

Hetta skriv verður sent Føroya Løgtingi til viðgerðar, samstundis sum avrit verður sent landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum til kunningar.


Vegna Kommunubólkin

John Færø, skrivari