Vigaði eini 25 tons

Nú er avgusturin í Hvalba sleipaður til havs

 

Avgusturin, sum gjørdi landgongd í Hvalba, er nú sleipaður aftur til Havs.

 

Í dag hevur vaktarskipið, Tjaldið verið í Hvalba eftir hvalinum og setti á hann og fór til havs við honum. Hann lá so fastur, at endin slitnaði tvær ferðir, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri.

 

Í gjárkvøldið vórðu ymsar royndir tiknar av hvalinum til Náttúrugripasavnið. Eitt nú eru royndir tiknar av spiki og hvølju, umframt at tenn vórðu tiknar fyri at vita, hvussu gamal hann var.

 

Avgusturin varð eisini máldur, og borgarstjórin sigur, at hann var 14,80 metrar langur, og sveivin var slakar fýra metrar.

 

Mett var eisini um vektina, og tær metingarnar søgdu, at hann vigaði eini 25 tons.