Víkingarnir iðra seg

Málskjúttin hjá Víkingi vónar og roknar við, at tað í Klaksvík um eina viku fer at eydnast at vinna seg víðari í kappingini

Klokkan 4 í nátt fer leiguflogfar hjá Atlantsflog at lenda í Vágum. Talan er um flogfar, sum hevur verið í Lettlandi við B36 og Víkingi, sum hava spælt í Europa Conference League.

 

Í gjár tapti B36 2-0 í Riga, og í dag endaði tað 1-1, tá ið Víkingur var í Lepaja. Mikudagin klokkan 18 fer B36 at eiga heimavøll á ovara vølli í Gundadali, og hósdagin í næstu viku klokkan 19 fer Víkingur at eiga heimavøll í Klaksvík.

 

Fyritreytir eru hjá báðum teimum føroysku liðunum at vinna seg víðari í kappingini. Hjá B36 verður tað tak at venda 2-0 tapi til samlaðan sigur, meðan tað sær gott út hjá Víkingi.

 

Javnleikur á útivølli er gott úrslit, men tað kann gott vera, at víkingarnir, sum nú rigga seg til at fara til hús, iðra seg um, at teir ikki skoraðu fleiri enn eitt mál í fyrra hálvleiki.

 

Eyðsýndi Poul Kallsberg legði Víking á odda í 21. minutti. Ari Olsen, sum var væl upplagdur á vongverjanum í høgru, legði bóltin fram í brotsteigin í høgru, og tá ið málverjin leyp út út málinum, var Poul Kallsberg púra kaldur, tá ið hann lyfti bóltin omanfyri málverjan og í málið.

 

Liðavrikið hjá Víkingi var serliga í fyrra hálvleiki væl betur, enn tað var hjá heimaliðnum. At mest sum alt liðið er skift út síðstu mánaðirnar sást á liðavrikinum, og tað sást eisini, at talan er um nógvar góðar fótbóltsspælarar, sum tó ikki eru samanspældir.

 

Eftir steðgin legði heimaliðið betri fyri, og tá ið tíggju minuttir vóru farnir eydnaðist tað at javna. Málskjútti var Marko Simic, sum eftir sending úr vinstru setti høvdið undir bóltin og so var mál.

 

Síðstu løtuna vóru tað góðir møguleikar í báðum endum, og onkra ferðina noyddist Bárður á Reynatrøð at stórbjarga.

 

-1-1 er ikki heimsins endi, men eg haldi, av vit áttu at vunnið. Nógvi hitin darvaði, men tað eigur ikki at vera orsøk til, at vit ikki vunnu. Fyrstu løtuna spældu vit væl, men so gjørdu vit ov nógv mistøk. Hetta eiga vit at megna betri, tá ið vit um eina viku spæla í Klaksvík, sigur Poul Kallsberg, við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

 

 

FK Lepaja – Víkingur 1-1 (0-1)

 

0-1: Poul Kallsberg 21.

 

1-1: Marko Simic 55.

 

Europa Conference League

 

Hósdagin 11. juli 2024 kl. 18.00 á Daugava Liepaja stadion í Liepaja í Lettlandi

 

Dómarakvartett úr Wales: Tom Owen, Lewiss Edwards, Ian David Bird og Bryn Markham-Jones (4. dómari)

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen  – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar (Árni Nóa Atlason, 82.) – Poul Kallsberg, Finnur Justinussen (Jørgen Nielsen, 64.), Olaf Bárðarson (Ingi Jonhardsson, 64.)

 

Gult kort: Aron Jarnskor Ellingsgaard

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Signar á Brúnni, Jónatan Lervig, Páll Eirik Djurhuus, Bjørn Bjarkhamar, Áki Magnussen, Rani Hansen, Ingi Arngrímsson, Martin Klein Joensen