Víkingur er ikki í niðurflytingarvanda longur

21. leikumfar í 1. deild verður spælt í dag

Fult leikumfar verður spælt í 1. deild í dag. Fýra dystir byrja klokkan 15, meðan seinasti dysturin byrjar klokkan 17.30.

 

Týskvøldið varð ein útsettur dystur spældur í deildini. NSÍ tók á heimavølli ímóti Víkingi í einum dysti, sum Víkingur vann 1-2. Sostatt tók Víkingur eitt stórt fet úr niðurflytingarstríðnum, tí at nú eru víkingarnir heili 10 stig omanfyri niðurflytingarstrikuni. Frástøðan hjá NSÍ til niðurflytingarstrikuna er fimm stig. Liðið, sum er undir niðurflytingarstrikuni, er B36, ið hevur 12 stig, áðrenn 21. umfar verður spælt í morgin.

 

Vesturi í Sandavági hittast tvey lið, sum eru ávíkavist næstovast og næstniðast í deildini. Tey eru 07/Vestur og B36. Fyri 07/Vestur er týdningarmikið at varðveita frástøðuna til B68 á triða plássi, meðan B36 skal royna at hála inn á NSÍ, so at tvídysturin um annað niðurflytingarplássið gerst enn meira spennandi.

 

Skála kann taka enn eitt stórt fet ímóti uppflytingini í bestu deildina, sum helst verður staðfest rættiliga skjótt. Skálamenn taka á heimavølli ímóti Víkingi, sum hava vunnið heilar tríggjar dystir á rað.

 

Á Svangaskarði tekur B68 ímóti KÍ. Einans fýra stig skilja hesi liðini, men fyri B68 er sera týdningarmikið at hála inn á 07/Vestur, sum er fýra stig omanfyri toftamenn á stigatalvuni.

 

Á Argjum eru tað tvey av teimum næstbestu liðunum, sum eru í deildini, ið bresta saman. AB, sum vann heili 1-9 ímóti MB í seinasta leikumfari, tekur á heimavølli ímóti NSÍ.

 

Síðsti dysturin hetta leikumfarið verður spældur á Sandi, har B71 tekur ímóti MB. Felags fyri hesi liðini er, at gongd teirra hevur verið sera ring í seinastuni. B71 hevur ikki vunnið seinastu fimm dystirnar, meðan MB, sum er langt aftast í deildini, hevur tapt heili átta dystir á rað.

 

Dystaryvirlitið og stigatalvan sæst niðanfyri:

 

Klokkan 15: 07/Vestur - B36

Dómari: Bjarki Danielsen

 

Klokkan 15: Skála - Víkingur

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

Klokkan 15: B68 - KÍ

Dómari: Jan á Líðarenda

 

Klokkan 15: AB - NSÍ

Dómari: Vinjard Dam

 

Klokkan 17.30: B71 - MB

Dómari: Johan Petur Michelsen

 

Stigatalvan í 1. deild sæst her