Seinnapartin klokkan 15 verður grannauppgerð í Meistaradeildini hjá monnum millum Víking og B68 á vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu.
R4 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tá liðini hittust á Svangaskarði á Toftum 26. apríl endaði dysturin við javnleiki 2-2.
Víkingur er fjórðfremst í deildini við 29 stigum. B68 er nummar níggju í deildini við 15 stigum.
Víkingur hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 1,22 og 1,30.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,80 og 5,75.
Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 7,50 og 9,50.
HER eru oddsini:
##med2##












