Ríðisamband Føroya, Føroya Ríðingarfelag, Føroyskt Íslands Rossafelag og Berghestar hava sent Yvirfriðingarnevndini felags hoyringssvar um ætlanina at gera kappingarbreyt til fjallasúkkling við Vesturvarða.
Feløgini taka undir við fyribils metingini hjá Yvirfriðingarnevndini, sum hevur mælt til, at kannað verður, um breytin heldur kann leggjast við ella millum vindmyllurnar á Bøllureyni í Flatnahaga.
Tey heita tí á nevndina um at staðfesta frámælið til staðsetingina við Vesturvarða í endaliga úrskurðinum.
Óttast vandan fyri ross og súkklarar
Reiðfeløgini vísa fyrst og fremst á vandan við at hava súkkling og ríðing í sama lendi.
– Ross eru sera stokkin. Um eitt ross hvøkkur við, tí ein súkkla knappliga kemur eftir gøtuni, kann álvarsamur vandi standast, bæði fyri súkklara, ross og rúttara, skriva feløgini.
Sambært hoyringssvarinum verða rossagøturnar og gamla kappríðingarbreytin í Marknagili brúkt dagliga. Berghestar nýtir økið til millum annað ríðing við fólki, sum bera brek, ríðiskúla og túrar við ferðafólki.
Leiðin runt Fjallið og Lítlafjall verður eisini brúkt til at venja ungross og læra ung og óvand reiðfólk at ríða.
Feløgini stúra fyri, at hetta virksemið verður munandi skert, verður súkklubreytin gjørd eftir ætlanini. Tey vísa eisini á, at Oyggjaleikirnir verða í háárstíðini hjá Berghestum.
Siga seg hava fingið nýtt og størri kort
Reiðfeløgini finnast eisini at málsviðgerðini.
Tey siga, at eitt kort, sum varð sent teimum saman við skjølum frá Yvirfriðingarnevndini, vísir eina munandi størri kappingarbreyt enn ta, tey áður høvdu sæð.
Sambært feløgunum hevur áður verið upplýst, at súkklubreytin skuldi liggja 30 metrar frá rossagøtunum. Kortið, sum nú er lagt fram, vísir sambært teimum, at breytin í støðum kemur inn á sjálva rossagøtuna. Harumframt eru byrjan og mál teknað á gomlu ríðingarbreytini beint oman fyri høllina hjá Berghestum.
Kortið frá Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon vísir fleiri breytarpartar. Teir reyði, ljósareyði og appilsinguli partarnir eru tilsamans 4.904 metrar. Harumframt síggjast aðrir litaðir og verandi breytarpartar á kortinum.
Reiðfeløgini spyrja, um kommunalu nevndirnar og býráðið hava tikið støðu til málið uttan at hava sæð sama kortið.
Vilja varðveita náttúrulendið
Feløgini halda, at náttúrulendið við Fjallið og Lítlafjall eigur at verða varðveitt.
Tey vísa á, at lítið inntriv er gjørt í lendið innanfyri rossagøtuna, og at økið sambært teimum ikki er lagt av til ítróttarøki í byggisamtyktini.
Eisini verður víst á, at talið á másum í økinum er vaksið seinnu árini. Feløgini meta, at eini 40 til 50 pør nú halda til har.
Ógreitt, hvussu tilfarið skal flytast
Í hoyringssvarinum verður eisini funnist at, at ætlanin ikki lýsir nóg væl, hvussu arbeiðið skal gerast, hvussu nógv tilfar krevst, ella hvussu tilfarið skal flytast út í lendið.
Reiðfeløgini vísa á, at eingin vegur er niðan til ætlaða økið við Fjallið og Vesturvarða.
Við støði í metingum frá fólki, sum tey siga hava kunnleika til gøtugerð, rokna feløgini við, at upp í 3.000 rúmmetrar av tilfari kunnu verða neyðugir, um breytin verður seks kilometrar long og ein metur breið. Tað svarar sambært hoyringssvarinum til meira enn 300 lastbilafarmar.
Hetta eru metingar hjá reiðfeløgunum og ikki tøl, sum framganga av innsendu breytartekningini.
Arbeiði steðgað
Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandi Føroya, upplýsir, at Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon var farið undir arbeiði í økinum.
Yvirfriðingarnevndin steðgaði arbeiðinum, tí neyðugu loyvini ikki vóru fingin, sigur hann.
##med2##
##med3##
Ein av viðheftu loftmyndunum vísir slóðir og lendisarbeiði í økinum. Hin vísir størri partin av órørda náttúrulendinum við Vesturvarða.
Mæla til Bøllureyn
Reiðfeløgini halda, at Bøllureyn er ein betri staðseting.
Har eru longu vindmyllur og vegir, og tí verður eftir teirra meting lættari at flyta tilfar og maskinur á staðið. Atkoman verður eisini betri hjá súkklarum, áskoðarum, rørslutarnaðum og sjúkraflutningi.
Yvirfriðingarnevndin hevur í sínum fyribils tilmæli víst á, at ávirkanin á sermerkta landslagið væntandi verður munandi minni, um breytin verður løgd við vindmyllurnar, enn um hon verður gjørd á ætlaða staðnum.
– Vónandi viga atlitini at náttúruni hægri enn atlitini at Oyggjaleikum, sum kanska verða í Føroyum eina ferð hvørja fjórðingsøld, skriva reiðfeløgini at enda.
Hoyringssvarið er undirskrivað av Brandi í Dali fyri Ríðisamband Føroya, Osvaldi S. Johansson fyri Føroya Ríðingarfelag, Niclasi Thomsen fyri Føroyskt Íslands Rossafelag og Leif Berg fyri Berghestar.
in.fo hevur ikki fingið viðmerking frá Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon ella Tórshavnar kommunu til sjónarmiðini hjá reiðfeløgunum.
Greinin byggir á hoyringsskrivið frá reiðfeløgunum og innsendu breytartekningina .













