Fyrsti dysturin í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum var leiktur á ovara vølli í Gundadali seinnapartin í dag.
Tað eydnaðist oddaliðnum, HB at halda fast í FM-kósini við at vinna 1-0 á Víkingi.
Lisa Haraldsen skoraði sigursmálið í 77. minutti. Silja R. Trier legði upp til málið.
Sambært dystir.fo vístu hagtølini: royndir á málið hjá mótstøðuliðnum 10-2 til HB.
Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla Skála ÍF og KÍ dyst undir Mýruhjalla á Skála.
HB er fremst við 39 stigum. KÍ hevur 31 stig, Víkingur hevur 24 stig, meðan Skála ÍF er aftast við 10 stigum.











