- Síðan mótmælistiltøkini í Iran í desember og januar hevur iranska stjórnin í størri og størri mun brúkt avrætting sum sekt móti mótmælisfólki, veit Amnesty International at siga

Iran avrættar mótmælisfólk á opnari gøtu

- Tey vórðu hongd í einum krana á einum torgi, veit norska kringvarpið at siga

- Síðan mótmælistiltøkini í Iran í desember og januar hevur iranska stjórnin í størri og størri mun brúkt avrætting sum sekt móti mótmælisfólki, veit Amnesty International at siga

Talið av avrættingum í Iran er økt eftir mótmælistiltøkini í vetur, og nógvar av ákærunum byggja á veikt grundarlag, sigur Amnesty International.

 

Felagsskapurin veit eisini at siga, at Iran hevur brúkt eina sonevnda "spionasjulóg" í rættarmálum móti mótmælisfólki.

 

- Síðan mótmælistiltøkini í Iran í desember og januar hevur iranska stjórnin í størri og størri mun brúkt avrætting sum sekt móti mótmælisfólki.

 

Amnesty International sigur seg kunna skjalprógva í minsta lagi 26 avrættingar í fyrra hálvári í ár, sum hava við mótmælistiltøkini í Iran at gera.

 

- Men, vit stúra fyri, at talið av avrættingum í hesum sambandi er nógv størri.

 

Hetta sigur Sindre Stranden Tollefsen í Amnesty International við norska kringvarpið, NRK.

 

Í greinini, sum NRK hevur um avrættingar í Iran, verður eisini sagt, at mótmælisfólk enntá eru hongd á opnari gøtu í Iran.

 

- Tey vórðu hongd í einum krana á einum torgi, verður lagt aftrat.

 

Meira um slíkar avrættingar í Iran kann lesast á hesi leinkju - 

 

https://www.nrk.no/urix/amnesty_-okende-omfang-av-henrettelser-av-demonstranter-i-iran-1.17972440

 

 

 

- Síðan mótmælistiltøkini í Iran í desember og januar hevur iranska stjórnin í størri og størri mun brúkt avrætting sum sekt móti mótmælisfólki, veit Amnesty International at siga