Midt- og Vestsjællands Politi er til staðar á fleiri støðum í Holbæk eftir skottilburðin, sum varð fráboðaður umleið klokkan 15.45 lokala tíð.
Løgreglan hevur váttað, at fleiri fólk eru rakt, men vil enn ikki upplýsa nærri um støðu teirra.
– Vit kunnu í løtuni ikki upplýsa meira um heilsustøðu teirra, sigur løgreglan.
Fyribils metingin er, at talan er um eina uppgerð í kriminella umhvørvinum. Enn er ógreitt, hvat hevur elvt til tilburðin, og um talan er um eitt lokalt stríð.
Skottilburðurin fór fram í bústaðarøkinum Agervang í sunnara parti av Holbæk. Økið, sum áður hevur skift navn til Grønneparken, er í høvuðsheitum sett saman av fimm hæddir høgum íbúðarbygningum.
Bústaðarøkið varð í 2022 tikið av danska listanum yvir sokallað parallelsamfeløg, áður nevndur ghettolistin.
Løgreglan leitar eftir teimum, sum stóðu aftan fyri skottilburðin. Sambært teimum fyribils upplýsingunum fóru tey av staðnum í einum hvítum bili.
Løgreglan heitir á fólk, sum hava upplýsingar um málið, ella sum hava sæð fólk ella akfør fara av staðnum, um at ringja 114.
RITZAU
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##




















