Ari Olsen og liðfelagarnir í Vendsyssel FF høvdu torføran dyst á útivølli á skránni í dag í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Í fjør vóru tvær deildir á muni millum heimaliðið, FC Fredericia og Vendsyssel FF. Fredericia var í superliguni og Vendsyssel var í triðbestu deildini.
Dysturin á Monjasa leikvøllinum í Fredericia endaði við javnleiki 1-1.
Frederik Rieper hjá heimaliðnum gjørdi sjálvmál í 20. minutti, men gjørdi skaðan góðan aftur tíðliga í seinna hálvleiki við at javna til 1-1 við einum brotssparki.
Fredericia hevði bóltin 71 prosent av tíðini, og hagtølini: royndir á málið hjá mótstøðuliðnum søgdu 14-1 til heimaliðið. Men Lasse Schulz í málinum hjá Vendsyssel stóð ein branddyst.
Bert ein leikari hjá Vendsyssel fekk verri karakter enn Lasse Schulz, og tað er Ari Olsen. Frá Sofascore fær Ari karakerin: 7,9, og frá Soccerstand fær Ari karakterin: 7,4 (av 10 møguligum).
Uppflytararnir, Vendsyssel FF hava tvey stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.
Komandi sunnudag klokkan 13 hevur Vendsyssel dyst á heimavølli móti AB.











